Yvirgangur í París: Tey ákærdu eru nú í rættinum

Yvirgangur í París: Tey ákærdu eru nú í rættinum
Meginparturin av teimum 21, sum eru ákærd, kunnu vænta at fáa lívlangt fongsul
Yvirgangsatsóknin í París í 2015 kravdi 130 mannalív, og 350 vórðu særd.
Mynd: Financial Times  
 
29.09.2021 - 09:38

Vitnisfrágreiðingar eru byrjaðar í rættinum í Paris í málinum móti 21 fólkum, sum eru ákærd fyri at hava verið við í yvirgangsálopunum í Paris í november 2015.

Seks av teimum ákærdu eru ikki í rættinum.

Meginparturin av teimum 21 kunnu vænta at verða dømd lívlangt fongsul. 

Ein av teimum ákærdu er Salah Abdesalam. 15 vitni verða avhoyrd um dagin.

Kravdi 130 mannalív

Nøkur av vitnunum eru fólk, sum sluppu frá atsóknunum við lívinum og avvarðandi hjá teimum, sum lótu lív.

130 fólk lótu lív og 350 vórðu særd av sjálvmorðsbumbum á kaffistovu, matstovu, tjóðleikvøllinum og konserthølunum Bataclan í november 2015.

Yvirgangsfelagsskapurin, IS, tók ábyrgdina av álopunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Sunnudag 13. september
Credo: Filosofiskur (1)
213158
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136