Hannes við landsliðnum fyri fyrstu ferð

Hannes við landsliðnum fyri fyrstu ferð
Hannes Agnarsson úr B36 er úttikin til fótbóltslandsliðið við monnum fyri fyrstu ferð. Hann tekur plássið hjá Daniel Johansen, sum varð skaddur í dysti millum HB og B36 í gjár
Hannes Agnarsson er tikin út til landsliðið fyri fyrstu ferð
 
03.10.2021 - 15:44

Hannes Agnarsson er tikin út til fótbóltslandsliðið við monnum fyri fyrstu ferð. Hann verður í hópinum til dystirnar ímóti Eysturríki og Skotlandi fyri Daniel Johansen, sum hevur givið avboð vegna skaða. Tað skrivar fsf.fo.

Úttøkan er komin óvart á B36-spælaran.

 - Eg bleiv sera yvirraskaður av boðunum, tí eg var ikki ordiliga klárur yvir, at eg var so nær landsliðnum, sigur Hannes Agnarsson við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandi Føroya.

Tað var annars á tíðindafundi fyri lítlari viku síðani, at Eli Hentze, hjálparvenjari, kunngjørdi hópin til komandi dystir. Samstundis var boðað frá, at seinni í vikuni fór ein spælari afturat at verða úttikin, og valið fall á Daniel Johansen úr HB.

Men í dystinum millum B36 og HB sunnnudagin mátti HB-bakkurin av vøllinum við skaða, og hevur tí givið avboð til komandi dystirnar.

– Eg eri ótrúliga spentur og glaður fyri møguleikan, og eg síggi fram til at verða partur av landsliðnum. Fyri ein fótbóltsspælara er ikki nógv, ið verður størri enn hetta, sigur Hannes við heimasíðuna hjá FSF.

Leygardagin 9. oktober spæla Føroyar og Eysturríki á Tórsvølli, og tríggjar dagar seinni, týsdagin 12. oktober koma skotar á vitjan. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. juli
Guðstænasta úr Fjósinum á G!
211114
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Fríggjadag 24. juli
Vikuskiftið 24. juli 2026
211275
Fríggjadag 24. juli
Praktikanturin #21: Tilda West
211268
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098