Danska stjórnin hevur eitt uppskot um Føroyar

Danska stjórnin hevur eitt uppskot um Føroyar
Vinnumálaráðið ætlar at fáa lógina um kapital og krøv um eftirlit av kredittstovnum og íløgufeløgum broytta, so ES-krøv eisini vera galdandi í Føroyum
Sambært Vinnumálaráðnum fara broyttu krøvini at styrkja føroyska handilin í ríkisfelagsskapinum.
Mynd: RitzauScanpix  
 
12.10.2021 - 09:06

Bara ein lóg er um Føroyar millum tey lógaruppskot, sum danska stjórnin ætlar at leggja fyri fólkatingið í hesari tingsetuni.

Vinnumálaráðið ætlar at fáa lógina um kapital og krøv um eftirlit við kredittstovnum og íløgufeløgum broytta, so nýggju krøvini hjá ES eisini kunnu vera galdandi í Føroyum.

Hetta eru krøv, sum korona er orsøkin til. Krøvini um kapital verða broytt.

Sambært Vinnumálaráðnum fara broyttu krøvini at styrkja føroyska handilin í ríkisfelagsskapinum og tryggja fíggjargeiranum í Føroyum møguleikan at bjóðar sínar tænastur í øllum londum.

Í apríl næsta ár fer forsætiráðharrin at geva fólkatinginum árligu frágreiðingina um ríkisfelagsskapin, og nú í oktober kemur uttanríkisráðharrin við frágreiðing um Arktis.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329