Hjulmand uttan álopsprofilar

Hjulmand uttan álopsprofilar
Hvørki Mikkel Damsgaard ella Kasper Dolberg eru við í danska landsliðshópinum til dystin ímóti Føroyum í Parkini í næstum, og tí skal danski venjarin finna aðrar loysnir
Danski venjarin, Kasper Hjulmand, hevur tikið hópin út
Mynd: RitzauScanpix  
 
02.11.2021 - 15:15

Tveir av sterkastu spælarunum í álopspartinum vera ikki við, tá Føroyar vitja Danmark í Parkini 12. november.

Sampdoria-spælarin, Mikkel Damsgaard, fekk ein skaða í landsdystinum ímóti Eysturríki í síðsta mánaði, og hevur síðan fingið bruna í knæið, meðan Kasper Dolberg úr Nice ikki er við av persónligum ávum. 

 - Vit mugu finna aðrar loysnir í álopspartinum, nú Mikkel Damsgaard ikki er við. Hann hevur verið týðandi, síðan EM, segði venjarin, Kasper Hjulmand, á tíðindafundi fyrrapartin sambært Ekstrablaðnum. 

Parkin er sum skilst útseld til næstseinasta dystin í hesi undankappingini, men danski venjarin fanst at sjálvum vøllinum, sum ikki er í góðum standi.

 - Tað merkir, at vit mugu spæla eitt sindur øðrvísi. Kanska við fleiri innleggum og tveimum framherjum, segði Kasper Hjulmand.

Danski hópurin

Kasper Schmeichel (Leicester)
Frederik Rønnow (Union Berlin)
Peter Vindahl Jensen (AZ Alkmaar)
Simon Kjær (AC Milan)
Andreas Christensen (Chelsea)
Jannik Vestergaard (Leicester)
Joachim Andersen (Crystal Palace)
Jens Stryger Larsen (Udinese)
Daniel Wass (Valencia)
Joakim Mæhle (Atalanta)
Ramus Nissen (Salzburg)
Pierre-Emile Højbjerg (Tottenham)
Thomas Delaney (Dortmund)
Christian Nørgaard (Brentford)
Mathias Jensen (Brentford)
Jens Jønsson (Cádiz)
Yussuf Yurary Poulsen (RB Leipzig)
Andreas Skov Olsen (Bologna)
Jonas Wind (FCK)
Mohamed Daramy (Ajax)
Andreas Cornelius (Trabzonspor)
Robert Skov (Hoffenheim)
Jacob Bruun Larsen (Hoffenheim)


Kasper Hjulmand hevði tíðindafund fyrrapartin, har hópurin til dystirnar ímóti Føroyum og Skotlandi varð kunngjørdur
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096