Seytjan smittað fingu skeiv boð

bannari
Seytjan smittað fingu skeiv boð
Ein feilur frá Thetis gjørdi, at fleiri fólk fingu skeiv boð eftir koronukanning
08.11.2021 - 19:28

17 fólk hava í dag fingið boð um, at tey ikki høvdu koronu. Men tá fólk vóru farin út í samfelagið aftur, fingu tey boð um, at tey eru smittað.

Av Landssjúkrahúsinum verður sagt, at fólkini hava fingið boð um støðuna.

Kringvarpið hevur verið í sambandi við nøkur av fólkunum, ið hava fingið svar. 

Í eina svarinum stendur: 

"Tað hava verið trupulleikar við skipanini, sum hevur ført til, at fleiri positiv hava fingið negativt svar. Hetta er sjálvandi harmiligt , og vit vóna, at tað ikki kemur fyri aftur", stendur í svarinum til tað eina fólkið. 

Vit hava eisini verið í sambandi við eitt annað fólk, ið sigur, at viðkomandi hevði verið í sambandi við nógv fólk fríggjadagin. Viðkomandi hevði hildið seg fyri seg sjálvan um vikuskiftið og lat seg kanna seinnapartin sunnudagin. Viðkomandi fekk svar tíðliga mánamorgunin og fór útaftur millum fólk. Beint eftir døgurða fekk hetta fólkið so nýggj boð um, at kanningin var positiv kortini.  

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 22. juli
Morgunlestur mikudagur
211166
Týsdag 21. juli
Millum tøkini #14: Sundalagsstevna
211178
Týsdag 21. juli
Summarbeiti 21. juli 2026
211171
Týsdag 21. juli
Ung lesa 4.partur - Kjarr
210831
Týsdag 21. juli
Morgunlestur týsdagur
211159
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097