Vil hava at vita, um stórhøllin skal bjóðast út

Vil hava at vita, um stórhøllin skal bjóðast út
Annika Olsen, løgtingskvinna, hevur boðað frá skrivligum fyrispurningi til Magnus Rasmussen, landsstýrismann, sum skal svarast í tinginum
 
11.11.2021 - 15:17

Annika Olsen, løgtingskvinna fyri Fólkaflokkin, vil nú hava at vita frá Magnusi Rasmussen, landsstýrismanni í kommunumálum, um tað ber til hjá eini kommunu at seta 100 milliónir krónur í eina verkætlan gjøgnum eitt sjálvsognarfelag, uttan at verkætlanin er boðin út.

Hon vil eisini hava at vita, um hetta verður fordømi fyri aðrar ætlanir hjá kommununum í framtíðini.

Spurningurin kemur í kjalarvørrinum á ætlanini hjá Tórshavnar kommunu um at byggja stórhøll, Føroya Arena.

Annika Olsen, sum eisini er býráðslimur í Tórshavnar kommuna, hevur sett Magnusi Rasmussen ein skrivligan fyrispurning, sum skal svarast í løgtinginum. Fyrst skal tingið gera av, um spurningurin skal svarast.

Ikki bjóðast út

Annika Olsen sigur, at tað, sum higartil er komið fram um stórhøllina, er, at eitt ávíst byggifelag skal byggja hana, og at arbeiðið tí ikki skal bjóðast út.

Tá tað almenna skal gera íløgur, er tað ein treyt, at arbeiðið verður boðið út fyri at tryggja javnbjóðis kapping, rætta prísin og bestu góðskuna, sigur Annika Olsen, Hon undrast á, at størsta kommunan í landinum velur ein leist, har arbeiðið fyri 217 milliónir kr., harav 108 milliónir eru kommunal fígging, ikki verður boðið út til fleiri vinnuligar aktørar. 

Annika Olsen sigur, at sambært kommunustýrislógini ber ikki til hjá eini kommunu at samstarva við privat, tí tað er at meta sum kappingaravlagandi virksemi. 

Spurnartekin verður ikki sett við hugskotið um at byggja stórhøll, men til tess at fáa greiði á, hvørjar heimildir ein kommuna hevur, sigur hon. 

Annika Olsen, løgtingskvinna, hevur boðað frá skrivligum fyrispurningi til Magnus Rasmussen, landsstýrismann í kommunumálum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037