Vilja ikki lóggeva fyri ókeypis tænastum í peningastovnum

Vilja ikki lóggeva fyri ókeypis tænastum í peningastovnum
Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Tjóðveldi taka ikki undir við uppskotinum hjá Tjóðveldi
Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Framsókn halda, at talgilding ger, at fólki nýtist ikki so ofta at fara inn á gólvið hjá peningastovnunum.
Mynd: Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
26.11.2021 - 08:26

Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Framsókn taka ikki undir við uppskotinum hjá Tjóðveldi um, at fólk lætt og ókeypis kunnu taka pengar úr peningastovnunum.

Í álitinum hjá Vinnunevndini siga nevndarlimirnir hjá teimum trimum flokkunum, at tað er ikki rætt at lóggeva um, hvørjar tænastur ein privat vinna skal veita sínum viðskiftafólkum. 

Og talgilding ger, at fólki nýtist ikki so ofta at fara inn á gólvið hjá peningastovnunum.

Teir siga tó, at peningastovnar eiga at kanna, hvussu vit kunnu tryggja fólki, millum annað fyritíðarpensjónistum og pensjónistum, nakrar ókeypis tænastur, so sum atgongd til reiðan pening.

Javnaðarflokkurin tekur undir við uppskotinum hjá Tjóðveldi.

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241