- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landsstýrismaðurin um sendistovur: Langt millum orð og gerðir

Beinir Johannesen, løgmaður og formaður í Fólkaflokkinum, hevur gjørt greitt, at sendistovan í Telaviv í Ísrael skal ikki niðurleggjast.
Hann segði við útvarpið um vikuskiftið, at hetta hevur Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður i uttanríkismálum, fingið at vita, bæði fyri og eftir at fíggjarlógaruppskotið var lagt fram.
Bárður á Steig Nielsen, sum eigur uppskotið um at niðurleggja sendistovuna, ásannar, at tað onkuntíð kann vera langt millum orð og gerð í politikki.
Jenis av Rana var landsstýrismaður í uttanríkismálum, tá sendistovan í Ísrael læt upp.
Hann sigur, at niðurleggja sendistovur byrjaði longu áðrenn samgonguskjalið varð undirskrivað.
Bárður á Steig Nielsen sigur, at ætlanin um at niðurleggja sendistovuna í Tel Aviv er ikki tikin úr leysum lofti.
Hóast løgmaður nú hevur gjørt greitt, at sendistovan í Ísrael skal ikki lata aftur, væntar Bárður á Steig Nielsen ikki, at hetta fer at ávirka sjálvt samgongustevið, men hann vísir á, at tað er neyðugt at tora at fremja bygnaðarbroytingar.
Hoyr innslag í í útvarpstíðindunum:
Sí eisini: Sendistovan í Tel Aviv fer ongan veg


























