Borgarafundur um aling á Oyndarfirði

Borgarafundur um aling á Oyndarfirði
Mowi hevur søkt um loyvi at broyta aliøkið á fjørðinum
Mowi vil hava aliøkið á Oyndarfirði broytt, og nú verður borgarafundur um málið.
 
26.11.2021 - 08:41

Týskvøldið í næstu viku skipar Runavíkar kommuna fyri borgarafundi í Oyndarfirði um alingina á fjørðinum.

Mowi hevur søkt Heilsufrøðiligu starvsstovuna um loyvi til at broyta aliøkið á Oyndarfirði.

Fyri stuttum er ískoyti til umhvørvisgóðkenningina komið frá Umhvørvistovuni. 

Runavíkar kommuna hevur fingið ískoytið til hoyringar.

Fyri staðbundnu nevndina

Vinnu- og havnarnevndin hjá kommununi vildi, at ískoytið bleiv lagt fyri staðbundnu nevndina í Oyndarfirði.

Vinnu- og havnarnevndin vildi eisini hava borgarafund.

Staðbundnu nevndin tekur undir við, at borgarafundur verður.

Mowi og Umhvørvisstovan vera við á borgarafundinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672