Hevði atkvøtt fyri uppskotinum um sammøður

Hevði atkvøtt fyri uppskotinum um sammøður
Eyðdis Hartmann Niclasen sleppur tó ikki í tingið, tí Helgi Abrahamsen fer ikki í farloyvi, meðan hann er fólkatingsmaður
Eyðdis Hartmann Niclasen hevði farið í tingið, um Helgi Abrahamsen fór í farloyvi.
 
06.12.2021 - 15:23

Fór Helgi Abrahamsen í farloyvi úr løgtinginum, meðan hann er á fólkatingi, so hevði Eyðdis Hartmann Niclasen tikið sæti á løgtingi fyri hann.

Við in.fo sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, at hon hevði atkvøtt fyri málinum um sammøður, hevði hon havt møguleika fyri tí.

Trivnaðarnevndin skal vera liðug at skriva álit mikudagin. Og eftir tað kann málið um sammøður koma til 2.viðgerð í løgtinginum. Og tá skal atkvøðast um tað.

Johan atkvøður fyri

Fleiri ferðir hevur tingmaðurin Johan Dahl gjørt greitt, at hann at atkvøða fyri hesum uppskotunum, ið tingfólk úr Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn hava lagt fram.

Tá stendur samgongan eftir við 16 atkvøðum. Andstøðan kemur upp á 16 atkvøður. Og mitt ímillum stendur Sjálvstýri við Kristini Michelsen..

- Eg hevði atkvøtt fyri málinum um sammøður, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen við in.fo ídag.

Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, hevur hinvegin gjørt greitt, at verður málið samtykt, so slitnar sitandi samgongan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. juni
Radio Stjernekilde - Partur 4
209130
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. juni
3-2
209682
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf kvinnur
209680
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 6 mf kvinnur
209681
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 10 mannafør
209679
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf gentur 17-18 ár
209678