Kunnu gera royndir við sjóvarfalli til 2025

Kunnu gera royndir við sjóvarfalli til 2025
Umhvørvisstovan hevur góðkent umsókn frá SEV um at leingja tíðina til royndarverkætlanina
Royndartíðin, sum SEV fekk í fjør, var galdandi í tvey ár. Nú er royndartíðin longd til 2025.
 
07.12.2021 - 09:05

Royndartíðin hjá sjóvarfallsorkuverkum í Vestmannasundi er longd til 28.februar 2025.

Umhvørvisstovan hevur góðkent umsókn frá SEV um at leingja tíðina til royndarverkætlanina.

Royndartíðin, sum SEV fekk 31.mars í fjør, var galdandi í tvey ár. Treytirnar, sum vóru í góðkendu umhvørvisárinsmetingini frá í fjør, eru eisini galdandi fyri longda tíðarskeiðið.

Ein treyt aftrat

Umhvørvisstovan hevur tó sett eina treyt aftrat.

SEV skal hvørt ár senda Umhvørvisstovuni dagførda frágreiðing um tær kanningar, sum eru gjørdar í Vestmannasundi. 

Avgerðin um at leingja royndartíðina kann kærast til landsstýrismannin í umhvørvismálum. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928