Fuglakrím staðfest í Føroyum fyri fyrstu ferð

Fuglakrím staðfest í Føroyum fyri fyrstu ferð
Okkara grannalond hava í longri tíð verið plágað av fuglakrími, og nú er fuglakrím eisini staðfest hjá skúgvi í Føroyum, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan í tíðindaskrivi
Fuglakrím er staðfest í skúgvi í Føroyum
Mynd: Savnsmynd  
 
16.12.2021 - 14:51

Fuglakrím er nú staðfest í Føroyum. 

Tað skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan í tíðindaskrivi. 

Sýnir vóru send til Statens Serum Institutt (SSI) í hesi vikuni, og nú eru tey fyrstu svarini komin:

Tveir skúgvar eru staðfestir positivir fyri fuglakrím.

Sýnirnar skulu greinast nærri, fyri at staðfesta hvat slag av fuglakrími talan er um. Tað verður greitt fyrst í næstu viku.

Heilsufrøðiliga starvsstovan fylgir støðuni, og tá ið endaligu svarini eru tøk, kemur meira kunning

 

Ikki nerta sjúkan ella deyðan fugl

Heilsufrøðiliga starvsstovan heitir á fólkum um at siga sær frá, um tey koma fram á sjúkan ella deyðan fugl - serliga rovfugl.

Í fráboðanini skal, eftir førimuni, upplýsast fuglaslag og staðið, har fuglurin er sæddur. Eisini er sera gott at senda mynd inn og upplýsa knattstøðu, um hon er kend.

Upplýsingarnar verða nýttar til at fylgja við støðuni í Føroyum, og um neyðugt, at taka sýnir inn til nærri kanningar. Boðast kann frá á hfs@hfs.fo.

 

Gott reinføri til jólagásina

Tað er vanligt í Føroyum at eta dunnu ella gás á jólum, og ein partur av hesum fuglunum er heimafuglur, ið er aldur í Føroyum.

Tað slagið av fuglakrími, ið hevur herja í okkara grannalondum í seinastuni, hevur víst seg at hava lítil sannlíkindi at smitta til fólk.

Tó vil Heilsufrøðiliga starvsstovan minna fólk á at halda sera gott reinføri, tá ið fuglurin verður dripin, hagreiddur og tilgjørdur.

Maturin skal hitast væl; kjarnuhitin skal vera minst 75 ºC.

Mint verður á, at sjónliga sjúkur fuglur ongantíð skal nýtast til matna.

 

MEIRA FÆST AT VITA INNI Á HEIMASÍÐUNI HJÁ HEILSUFRØÐILIGU STARVSSTOVUNI. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Leygardag 9. mai
Jambalaja - 090526
208137
Leygardag 9. mai
Vikugesturin: Órædda unga røddin
208133
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040