Putin: Ukrainar ætla at leypa á

Putin: Ukrainar ætla at leypa á
Vladimir Putin, forseti í Russlandi, segði á tíðindafundi í dag, at hann hevur upplýsingar um, at Ukraina ætlar at loypa á stuðlar hjá Russlandi í Eysturukraina
Mynd: Scanpix  
 
23.12.2021 - 15:57

"Vit hava eina fatan av, at stjórnin í Ukraina fyrireikar eina hernaðaratsókn í Donbass," segði Vladimir Putin, russiski forsetin, sum samstundis vissar um, at Russland ikki ynskir nakað stríð.

Hann vónar at ein friðarlig loysn verður funnin millum partarnar.

Putin heldur tað vera jaligt, at amerikansk og russisk sendifólk eftir ætlan skulu hittast í Genève í Sveits á nýggjárinum. Har skulu tey umrøða kravið, sum Russland hevur sett um trygdargaranti.

Eisini endurtók Putin, at hann metir tað sum hendi í Ukraina í 2014 vera eitt kvett móti lógliga valda forsetanum, Viktor Janukovitsj.

Fyri sjey árum síðani endaðu stóru mótmælisgongurnar móti Janukovitsj, um at hann hevði gjørt samstarbsavtalu við Russland í staðin fyri við ES, at Janukovitsj flýddi úr Ukraina til Russlands. Fleiri vórðu dripin undir mótmælunum, og fleiri enn 13.000 fólk eru dripin í stríðnum í Ukraina, sum enn heldur fram.

Tað veit NRK at siga. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. mars
Fótbóltsprát
206044
Mánadag 23. mars
Góðan morgun Føroyar
206034
Mánadag 23. mars
Morgunlestur mánadagur 23.mars 2026
205920
Sunnudag 22. mars
Valkøn fríggjakvøldið 20. mars 2026
206022
Sunnudag 22. mars
Valkøn sunnukvøldið 22. mars 2026
206019
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. mars
Trapputing av Oyrasundi
206018
Sunnudag 22. mars
Andaktin
206013
Sunnudag 22. mars
Guðstænasta úr Kunoyar kirkju
206001
Leygardag 21. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205984