Fleiri evropisk lond seta met í smittutølum.

Fleiri evropisk lond seta met í smittutølum.
Í fleiri evropiskum londum seta covid-19-smittutølini met í hesum døgum.
 
29.12.2021 - 09:25

Í Føroyum vóru í gjár staðfestir 180 smittutilburðir og tað er tað mesta, sum er staðfest ein einstakan dag. Gamla metið var 111 tilburðir upp á eitt samdøgur.

Eisini í Fraklandi setti talið av smittutilburðum met í gjár við nærum 180.000 tilburðum. Tað er væl meiri enn gamla metið, sum var slakar 105.000 tilburðir.

Í Grikkalandi eru seinasta samdøgrið staðfestir 21.657 tilburðir. Tað er meir enn tvífalt so nógv sum gamla metið, ið var 9.284 tilburðir.

Bretland og Portugal hava eisini sett nýtt met í smittutølum seinastu dagarnar.

Tað er allarhelst omikron-frábrygdið, sum smittar sera illa, ið ger, at nýggj met verða sett. Men líkt er til, at omikron-frábrygdið ikki rakar so hart, sum onnur frábrygdi av covid-19, samstundis sum ein alsamt størri partur av fólkinum verður koppsettur, tí talið av innleggingum í samband við koronu hækkar ikki samsvarandi.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 15. mai
Vikuskiftið 15 mei 2026
208421
Fríggjadag 15. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Dorimus
208405
Fríggjadag 15. mai
Morgunlestur fríggjadagur 15.mai 2026
208061
Hósdag 14. mai
RagnarRokk 14.mai 2026
208246
Hósdag 14. mai
RagnarRokk: Lajon Witherspoon um One
208243
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208373