H71 í eldin kl.17.30

H71 í eldin kl.17.30
Fyrra áttandapartsfinalan í EHF Europa Cup verður í kvøld, ímóti serbiska liðnum ZRK Naisa Nai.
H71 kvinnur eftir sigurin á sveisiska Spono Eagles
 
09.01.2022 - 10:43

Í kvøld klokkan 17.30 spæla kvinnurnar hjá H71 fyrru áttandapartsfinaluna í EHF Europa Cup-kappingini.
Tað er á útivølli ímóti Serbiska liðnum ZRK Naisa Nai. Serbiska liðið er í løtuni fjórðfremst í bestu serbisku deildini. 

H71 er nú millum 16 tey bestu liðini í EHF Europa Cup í ár. Tað eru tær, eftir at tær fyrst vundu burtur úr Norður-Makedonska liðnum, WHF Cair úr Skopje, og síðan vunnu trygt á sveisiska Spono Eagles. 

Talan er um eina torføra uppgávu í dag. Við heimasíðuna hjá H71 sigur venjarin, Mark Lausen-Marcher, at tað til dystin í dag, er talan um heilt annan spælistíl, enn tey undanfarnu tvey mótstøðuliðini. Harumframt ger serbiska liðið nógv burturúr, at fáa so nógvar áskoðarar at stuðla sínum liði, sum gjørligt. Tí verður roknað við einum heilt øðrum og torførari dysti.

Um góða viku møtast liðini aftur, tá seinni áttandapartsfinaludysturin verður í høllini á Hálsi í Havn sunnudagin 15. januar. Tann dysturin byrjar kl.14.

Dysturin í kvøld byrjar klokkan 17.30 føroyska tíð. 

Leinki til dystin er her 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286