KvF-gjaldið prístalsviðgerast og smáar fyritøkur rinda minni

KvF-gjaldið prístalsviðgerast og smáar fyritøkur rinda minni
Jenis av Rana, landsstýrismaður, ætlar í næstum at gera fleiri broytingar í kringvarpslógini
Landsstýrismaðurin í mentamálum ætlar eisini at broyta samansetingina av kringvarpsstýrinum, so tað verður meira fólksligt, sum hann tekur til.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
17.01.2022 - 13:10

Kringvarpsgjaldið hjá smærru vinnufyritøkum skal lækka ella strikast.

Kringvarpsgjaldið annars skal prístalsjavnast. Og kringvarpsstýrið skal setast øðrvísi saman.

Landsstýrismaðurin í mentamálum ætlar í næstum at gera fleiri broytingar í kringvarpslógini.

Leingi hevur ætlanin verið at lækka ella strika kringvarpsgjaldið hjá smærru vinnufyritøkum.

Kringvarpsgjaldið verður ásett eftir lønarútgjaldingunum hjá virkjunum.

Tað er framvegis ikki politisk semja um, hvat gjaldið skal vera.

Jenis av Rana er landsstýrismaður í mentamálum:
 

1502927

 

Landsstýrismaðurin ætlar eisini at virka fyri, at kringvarpsgjaldið verður prístalsjavnað.

Tað vil siga, at kringvarpsgjaldið verður hækkað nakrar krónur.

Elin Winther Poulsen, sum er forkvinna í kringvarpsstýrinum, heitti í lesarabrævi herfyri á politisku skipanina um tað sama.

Kringvarpsgjaldið er avgerandi inntøkan hjá Kringvarpinum.

Og við hækkandi lønum og hækkandi prísum yvirhøvur, fer at sansa at hjá Kringvarpinum.

 

1502929

 

Jenis av Rana er landsstýrismaður í mentamálum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Kringvarpsstýrið skal eisini vera meira fólksligt, sum landsstýrismaðurin tekur til.

Tað merkir, at stýrislimirnir skulu veljast av felagsskapum, sum eru breitt umboðaðir í fólkinum, heldur enn politiskum flokkum.

Mentamálaráðið skal gera av, hvørjar felagsskapir talan verður um.
 

1502933

 

Jenis av Rana, landsstýrismaður, ætlar í løgtingið við lógarbroytingunum í hesi tingsetuni.

Í sama viðfangi skal nýggjur public service-sáttmáli fara at virka.

Tann undanfarni fór annars úr gildi 31. desember 2020.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Fríggjadag 18. september
LEITISSTEIN 18.09.2026 (Regin Guttesen)
213490
Fríggjadag 18. september
Breddin: Sjúk mentan í løgtinginum?
213475
Fríggjadag 18. september
RagnarRokk: Stone Statues um Nothing Is Ever Over
212904
Fríggjadag 18. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Lea Eyðbjørg
213464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303