- Tíðindi, mentan og ítróttur
Realurin fingið tveir nýggjar stjórnarlimir
Realurin fingið tveir nýggjar stjórnarlimir
Súsanna Poulsen og Virgar Dahl taka við eftir Sigurd Poulsen og Gloriu Kalsø

Realurin hevur fingið tveir nýggjar stjórnarlimir.
19.01.2022 - 09:45
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, hevur valt tveir nýggjar stjórnarlimir í Realin.
Teir eru Súsanna Poulsen, bankastjóri í Hjelmland í Noregi, og Virgar Dahl, sjókundastjóri á Betri Trygging.
Súsanna Poulsen er 55 ár. Hon arbeiðir sum bankastjóri í Noregi og hevur útbúgving í fígging. Hon hevur áður sitið í nevndini fyri BankNordik.
Virgar Dahl er 63 ár. Hann er útbúgvin skipsførari og sigldi, áðrenn hann fór á Tryggingina í 1989. Virgar Dahl hevur áður sitið í nevndini fyri Realin.
Úr stjórnini fara Sigurd Poulsen, fyrrverandi landsbankastjóri, og Gloria Kalsø, fyrrverandi lærari á Glasi.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
























