Í dag endar freistin at søkja um Fámará

Í dag endar freistin at søkja um Fámará
Avtala er gjørd við røktaran á festinum, at hann røktar og tekur seyðin í heyst
Fámará man verða mest umrødda festið í Føroyum. Seinnaaprtin í dag endar freistin at søkja um festið.
 
05.07.2013 - 08:00
Seinnapartin klokkan fýra endar freistin at søkja festið í Fámará. Tá skal Búnaðarstovan hava umsóknirnar.
 
Festið við ástandandi bygningum, millum annað sethúsi, verður yvirtikið í verandi støðu og standi. Avtala er gjørd við røktaran á festinum, at hann røktar og tekur seyðin í heyst. 
 
Sambært taxatións-protokollini ber festið í Fámará 80 áseyðir. 25 áseyðir fylgja við festinum. Umsøkjarar skulu hava minst tvey ára arbeiðsroyndir í landbúnaði.  
 
Skulu hava útbúgving
 
Minsta kravið er harafturat antin hálvt ár í landbúnaðarskúla uttanlands ella á landbúnaðarskeiði í føroysku kvøldskúlaskipanini, sum Búnaðarstovan hevur góðkent sum nøktandi útbúgving til festi uttan mjólkneyt.
 
Festarin í Famará skal búgva í Suðuroynni. Búnaðarstovan hevur givið Johan Dalsgaard og hinum, sum búgva í Fámará, freist til 15.juli at fara haðani. 
 
Thorkild Høyer, advokaturin hjá Johan Dalsgaard, klagaði til Fiskimálaráðið um hesa fráboðanina frá Búnaðarstovuni. 
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655