Favorittarnir vunnu

Favorittarnir vunnu
B36 vann tryggan sigur á B68, meðan NSÍ vann við einum máli í dramatiskum dysti ímóti EB/Streymi við Margáir
Flúgvani: Uros Stojanov skeyt tveu mál í B36-sigrinum á B68 í dag
Mynd: Bjarni Enghamar/B36  
 
06.03.2022 - 18:43

B36 vann tryggan 4-1 sigur á B68 í Gundadali seinnapartin. 

Uros Stojanov fekk eina góða byrjan upp á árið, tá hann við tveimum málum fyri steðgin sendi B36 á sigurskós.

Eftir steðgin minkaði ein av nýggju monnunum hjá toftamonnum, Sebastian Lau Nielsen, um munin, áðrenn Andrass Johansen og Rani Berg í Soylu avgjørdu fyri heimaliðið. 

Mál, mál, mál við Margáir

NSÍ, sum millum annað manglaði stórskjúttan, Klæmint Andrasson Olsen, vann ein sera hendingaríkan dyst á EB/Streymi við Margáir.

Tað tók bert ein minutt hjá Jørgeni Nielsen at leggja runavíkingar framum, men fýra minuttir seinni gjørdi NSÍ sjálvmál. 

Útiliðið kom tó framum aftur við bæði einum og tveimum málum miðskeiðis í hálvleikinum. Fyrst skeyt Jørgen Nielsen sítt annað mál frá ellivu metrum, og síðan økti Sølvi Sigvardsen til 3-1.

Men tá liðini fóru í steðg, var aftur javnleikur. Fyrst gjørdi NSÍ enn eitt sjálvmál, og síðan skoraði Gutti Dahl-Olsen til 3-3.

Seinni hálvleikur var ikki eins hendingaríkur og fyrri, men avgerandi málið kom, og tað fekk Hans Marius Davidsen fyri NSÍ, tá smáir tíggju minuttir vóru eftir at spæla. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096