Frakland vísir russiskari fráboðan um skáa í skjótingini aftur

bannari
Frakland vísir russiskari fráboðan um skáa í skjótingini aftur
Franski forsetin, Emmanuel Macron, eigur ongan lut í skáanum í russisku álopinum móti ukrainskum býum. Russar snara veruleikanum, sigur talsfólk hjá franska forsetanum
Fólk í Kharkiv í bumbuskýlum
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
07.03.2022 - 08:19

Frakland vísir russisku fráboðanin um, at franski forsetin, Macron, átti lut í avgerðini um at skipa fyri einum skáa í álopunum á ukrainskar býir, so sivil kundu sleppa úr býunum og til Russlands at fáa friðskjól. 

Hetta skrivar altjóða miðlar. 

Russiski skáin í álopunum, sum skuldi verið byrjaður klokkan sjey føroyska tíð, skuldi hava verið eitt ynski frá franska forsetan, tá hann tosaði við Vladimir Putin í telefon í gjárkvøldið. 

Tað boðaði russiska verjumálaráðið frá. 

Men tann útleggingin verður nú víst aftur av einum talsfólki á forsetaskrivstovuni í Fraklandi. 

"Forsetin hevur ikki biðið um skáar í álopunum, so fólk fáa ein møguleika at sleppa úr ukranisku býunum og til Russlands," sigur talsmaðurin. 

"Hetta er enn einaferð Putin, ið snarar veruleikan soleiðis, at tað ljóðar sum tað eru ukrainar, ið eru teir áleypandi, og russar, ið bjóða friðskjól."

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025