Feløgini handan verkætlanina um Skálafjarðartunnilin væl tryggjað

bannari
Feløgini handan verkætlanina um Skálafjarðartunnilin væl tryggjað
Felagið, sum eftir ætlan skal gera Skálafjarðartunnilin, Copenhagan Infrastructure Partners og PensionDanmark, hava tryggjað seg væl í sáttmálanum, sum tey hava gjørt við Innlendismálaráðið
Feløgini aftan fyri Skálafjarðartunnilin hava tryggjað seg væl og virðiliga fyri møguligum lógarbroytingum í Føroyum.
 
10.07.2013 - 12:45

Hetta sæst alt í lógaruppskotinum, sum Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, fer at leggja fyri løgtingið á ólavsøku.

Tryggjað fyri møguligar lógarbroytingar
Millum annað fær Faroese Infrastructure, sum donsku feløgini hava stovnað í Føroyum, endurgjald frá landinum fyri allar lógarbroytingar viðvíkjandi tunnilsgerð, sum verða gjørdar eftir 25.juni í ár. Hetta er eisini galdandi fyri skattligar avskrivingar og nýggjar trygdarreglur.

Í lógaruppskotinum stendur, at landsstýrismaðurin kann krevja, at reglur og normar um trygd, sum eru sett í gildi eftir 25.juni 2013, skulu fylgjast, men afturfyri fær felagið, sum fær einkarættin at gera Skálafjarðartunnilin, endurgjald fyri tað.

Landsstýrismaðurin bindur seg eisini til at lata felagið vera skaðaleyst við reiðum peningi fyri tap, sum standast av kapping við Skálafjarðartunnilin. Hetta er tó eisini í galdandi lóg frá 2010.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Hósdag 24. september
Nýtt ljóð
213747
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585