Í Fasta gerðarrætt við uppsagnarmáli

Í Fasta gerðarrætt við uppsagnarmáli
Felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum hevur nú tvey mál í gerðarrættinum
Annað málið, sum Sjúkrarøktarfrøðingafelagið hevur lagt fyri Fasta gerðarrætt, snýr seg um starvsfólk hjá Heilbrigdi.
 
11.03.2022 - 08:35

Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar er farið í Fasta gerðarrættin við Kommunala arbeiðsgevarafelagnum og Fíggjarmálaráðnum.

Felagið vil hava tey at viðurkenna, at uppsagnartíðin hjá sjúkrarøktarfrøðingi skal verða longd tríggjar mánaðir eftir grein 60 í sáttmálanum, sum er um uppsøgn hjá álitisfólki.

Úrskurðarfundurin um eitt annað mál hjá sjúkrarøktarfrøðingunum í Fasta ferðarrætti verður 24.mars.

Hann skuldi vera 25.februar, men korona forðaði fyri tí.

Tulkingarmál

Fasti gerðarrætturin skal gera úrskurð um eitt mál millum Føroyskar sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Felagið vil hava Fíggjarmálaráðið at viðurkenna, at starvsfólk hjá Heilbrigdi eigur rætt til munin millum útgoldna løn og løn sum "leiðari 5" ávíst tíðarskeið eftir nýggjari lønartalvu hjá sjúkrarøktarfrøðingum. 

Málið fór fyrst í Føroya rætt, men hann vísti tað frá sær, tí hetta er eitt tulkingarmál, tað er, hvussu sáttmálin millum felagið og ráðið skal tulkast.

Málið kom í Fasta gerðarrættin 4.juni í fjør. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Mikudag 29. juli
Ólavsøkugudstænasta í Havnar kirkju
211370
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373