Smástjørna sprongdist norðanfyri Ísland í gjárkvøldið

Smástjørna sprongdist norðanfyri Ísland í gjárkvøldið
Spreingingin svarar til 2-3.000 tons av dynamitti, og hon var einar 30 km omanfyri sjógvin norðanfyri Ísland
 
12.03.2022 - 17:36

Tað vóru glómur í íslendingum í gjár, tá ið ein smástjørna, asteroida, sprongdist norðanfyri Ísland. Hetta er bert fimta smástjørna, sum er uppdagað áðrenn hon rakar Jørðina, skrivar íslendska kringvarpið, RUV.

Smástjørnan sprongdist norðanfyri Ísland og sunnanfyri Jan Mayen um hálvgum 10 tíðina í gjárkvøldið. 

Slíkir steinar detta javnan gjøgnum lofthavið, men vera sjáldan uppdagaðir, áðrenn teir sprongjast. Í hesum føri er talan um ein stein á stødd við ein bil, og mett verður, at hann vigaði 60 - 80 tons. 

Hann ferðaðist við 15 - 18 km/sek í ferð, tá ið hann sprongdist. Tað svarar til millum 54.000  og 64.800 kilometrar um tíman.

Spreingingin svarar til 2-3.000 tons av dynamitti, og hon var einar 30 km omanfyri sjógvin norðanfyri Ísland. Asteroidan var alt ov lítil til at elva til skaða. 

Asteroidan er skrásett undir navninum 2022 EB5. Hon var sædd í stjørnukikara á Piszkéstető-stjørnustøðini í Ungarn. Smástjørnan hoyrir til bólkin Apollo-smástjørnur, sum regluliga koma nærindis Jørðini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655