Týskland tekur undir við finskum Nato-limaskapi

Týskland tekur undir við finskum Nato-limaskapi
Týski samveldiskanslarin hitti finska forsætisráðharran í Berlin í gjár
Finski forsætisráðharrin, Sanna Marin, og týski samveldiskanslarin, Olof Scholz, á tíðindafundi í Berlin í gjár.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
17.03.2022 - 09:23

Týskland fer at taka undir við, at Finnland verður limur í verjusamgonguni NATO, um landið søkir um limaskap.

Tað segði týski samveldiskanslarin, Olaf Scholz, eftir fundin við finska forsætisráðharran, Sannu Marin, í Berlin í gjárkvøldið, har kríggið í Ukraina var høvuðsevnið. 

- Finnland samstarvar við Nato, og umbøn úr Finnlandi um limaskap í samgonguni, har vit eru limir, er altíð vælkomin, segði Scholz, tá ið hann á tíðindafundi var spurdur, hvørja støðu hann hevur til finskan limaskap.

Finski forsætisráðharrin segði, at ríkisdagurin í vár fer at viðgera trygdarstøðuna. Og møguleiki er fyri, at Finnland biður um limaskap.

- Vit hava longu sagt, at tað hevur týdning fyri Finnland, at møguleikin er har, segði Sanna Marin.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 22. juli
Morgunlestur mikudagur
211166
Týsdag 21. juli
Millum tøkini #14: Sundalagsstevna
211178
Týsdag 21. juli
Summarbeiti 21. juli 2026
211171
Týsdag 21. juli
Ung lesa 4.partur - Kjarr
210831
Týsdag 21. juli
Morgunlestur týsdagur
211159
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097