Landsstýrismaður: Óvist oljufeløgini gera sær dælt av høgu oljuprísunum

Landsstýrismaður: Óvist oljufeløgini gera sær dælt av høgu oljuprísunum
Kappingareftirlitið kann ikki siga nágreiniliga, um oljufeløgini í Føroyum hava stórar goymslur fyri lægri prís enn prísurin er á heimsmarknaðinum í løtuni
Oljuprísurnir eru farnir til himmals, síðani Russland leyp á Ukraina
 
24.03.2022 - 08:05

Landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum, Magnus Rasmussen, hevur ikki ítøkiligar ætlanir um at kanna, um oljufeløgini í Føroyum hava stórar goymslur fyri lægri prís enn prísurin er á heimsmarknaðinum í løtuni.. 

Rætti myndugleikin at gera slíkar kanningar er Kappingareftirlitið, sum gjørdi eina kanning í 2016.

Tað sigur Magnus Rasmussen í svari til Aksel V. Johannesen, løgtingsmann, sum spurdi um prísin á brennievni í Føroyum.

 

Ikki kannað avkastið síðani 2016

Niðurstøðan í kanningini í 2016 var, at bruttovinningurin var vorðin størri, eftir at oljufeløgini skiftu eigara. 

Kappingareftirlitið hevur ikki kannað, um avkastið hjá oljufeløgunum er vorðið størri síðani 2016.

Men tað er ikki ósannlíkt, at støðan er tann sama sum í 2016, sigur landsstýrismaðurin.

 

Tiltøk ikki sett í verk

Kappingareftirlitið kann ikki siga nágreiniliga, um oljufeløgini í Føroyum hava stórar goymslur fyri lægri prís enn prísurin er á heimsmarknaðinum í løtuni.

Sambært almennu roknskapunum hjá Magn og Effo vinna oljufeløgini fitt av peningi.

Men tað merkir ikki av sær sjálvum, at tey hava ov høgar prísir, sigur landsstýrismaðurin. 

Tey tiltøk, sum Kappingareftirlitið mælti til í 2016, eru ikki framd, stendur í svarinum til fyrispurningin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Sunnudag 9. mars
Kallið: "Kvinnan skal tiga ! ?"
188796
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823