Heilsuskúlin í Suðuroy bjóðar heilsustarvsfólkum at lesa ein part í Havn

Heilsuskúlin í Suðuroy bjóðar heilsustarvsfólkum at lesa ein part í Havn
Heilsuskúli Føroya roynir nú at røkka fleiri heilsustarvsfólkum enn fyrr, og tí verða flokkar, har partur av undirvísingini fer fram í Havn
Mynd: Savnsmynd  
 
05.05.2026 - 12:04

Heilsuskúli Føroya, sum er staðsettur í Suðuroy, boðar frá eini royndarskipan. 

Nú ber til at søkja inn á tveir flokkar, har partur av undirvísingini verður í Havn. 

Tað er galdandi fyri ein flokk við heilsuhjálparum, og fyri ein flokk av heilsurøktarum. 

Sjálvt um stórur partur av frálæruni fer fram í Havn, so verður framvegis neyðugt at fara til Suðuroyar.

Hesir báðir flokkarnir eru enn bara ein royndarskipan. Vivie Davidsen, skúlastjóri, sigur, at støða ikki er tikin til, um tilboðið heldur fram.

 

Heilsuskulin

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786