Russland minkar krígsvirksemið uttan fyri Kyiv

Russland minkar krígsvirksemið uttan fyri Kyiv
Russiski varaverjumálaráðharrin sigur, at hetta verður gjørt til tess at røkka málinum um friðaravtalu við Ukraina
Russar hava bumbað nógv íbúðarhús í Kyiv, men tað hevur ikki eydnast teimum at kringseta ukrainska høvuðsstaðin. Nú siga russar, at teir minka krígsvirksemið uttan fyri Kyiv.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
29.03.2022 - 15:57

Russiska verjumálaráðið sigur nú, at landið fer at skerja munandi í krígsvirkseminum uttan fyri ukrainska høvuðsstaðin  Kyiv, og Tsjernihiv har norður í landinum. 

Tað skrivar russiska tíðindastovan, RIA.

Fráboðanin kemur samstundis, sum friðarsamtalurnar millum Ukraina og Russland í Istanbul endaðu í dag.

Hetta verður gjørt fyri at styrkja álitið millum partarnar og skapa røttu umstøður fyri samráðingum frameftir, og røkka málinum at skriva undir eina friðaravtalu við Ukraina, sigur russiski vara-verjumálaráðharrin, Alexander Fomin.

Tað er kortini enn ógreitt, hvat hetta í veruleikanum merkir, og nær russar minka um hernaðarliga virksemið.

Ukrainska sendinevndin segði  í dag, at hon kann taka undir við at Ukraina verður uttanveltað land,  men tað er treytað av, at partarnir semjast um frið.

 

USA: Eingi tekin enn

USA sigur í dag, at tey hava eingi tekin sæð enn, um at Russland tekur friðarsamráðingarnar í álvara. 

Tað sigur Antony Blinken, sambært Reuters.

Blinken sigur, at munur er á, hvat Russland sigur, og hvat Russland ger.

Hann endurtók, at Russland eigur at gevast álopunum alt fyri eitt og taka deildirnar aftur úr Ukraina.

Um USA og amerikanski stuðulin til Ukraina kann stuðla upp undir friðartingingarnar, so vilja amerikanskir myndugleikar vera til hjálpar, sigur Blinken.

 

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Krígsfangar

Sambært russiskum miðlum, hevur Russland  heitt á Ukraina um at halda Genéve-sáttmálan um krígsfangar.

Russland krevur eisini, at Ukranina ikki setur upp útlendskar herstøðir í Ukraina, skrivar Business Online. 

Russland skal eisini hava fingið skrivliga umbøn um ikki at brúka kjarnorkuvápn, skrivar blaðið.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 19. mars
Morgunlestur hósdagur 19.mars 2026
205767
Mikudag 18. mars
Valkøn 18. mars
205846
Mikudag 18. mars
Fyrsta val 18. mars 2026
205820
Mikudag 18. mars
Fyrireiking er lykilin
205812
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. mars
APO00157 - teknmálstulkað
205845
Mikudag 18. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205826
Mikudag 18. mars
Andgletturin - Miðflokkurin
205810
Mikudag 18. mars
Sjálvstýri í heita stólinum (4:7)
205808