Tvøroyrar kommuna umrøður flóttafólk

Tvøroyrar kommuna umrøður flóttafólk
Privatfólk hava tikið sær av flóttafólkunum úr Ukraina, men kommunan skal eisini veita teimum neyðugar tænastur
Eini 12 flóttafólk úr Ukraina eru komin til Tvøroyrar, og býráðið fer at viðgera málið í kvøld.
 
30.03.2022 - 13:09

Á býráðsfundinum í kvøld fer Tvøroyrar kommuna at umrøða støðuna, nú fleiri flóttafólk eru komin í kommununa.

Tað eru privatfólk, sum hava tikið sær av umleið 12 flóttafólkum higartil, men kommunan skal eisini veita flóttafólkunum neyðugar tænastur, sum tey hava tørv á, upplýsir Fróði Mortensen, kommunustjóri.

Í løtuni eru flóttafólkini at meta sum ferðafólk, tí eingin almenn skipan er gjørd, sum greitt sigur, hvussu viðurskiftini hjá fólkunum skulu skipast.

Tað er eitt mál sum landsstýrið arbeiðir við, og uppskot verður lagt fyri løgtingið í næstum.

 

Sama skipan sum í Danmark

Roknað verður við, at føroyska skipanin fyri flóttafólkini verður á leið tann sama, sum skipanin, ið fólkatingið hevur samtykt fyri tey flóttafólk úr Ukraina, sum koma til Danmarkar.

Tí er ávís vitan um, hvussu viðurskiftini fara at vera, og hvørji krøvini verða til kommunurnar. 

Og tað er tað, sum Tvøroyrar kommuna fer at umrøða á býráðsfundinum sum verður í kvøld kl. 18.30, upplýsir kommunustjórin.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. juni
Radio Stjernekilde - Partur 4
209130
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. juni
3-2
209682
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf kvinnur
209680
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 6 mf kvinnur
209681
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 10 mannafør
209679
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf gentur 17-18 ár
209678