Gott ár hjá Betri samtakinum

Gott ár hjá Betri samtakinum
Ársúrslitið var góðar 200 milliónir krónur størri enn væntað
 
09.04.2022 - 12:31

2021 hilnaðist serstakliga væl hjá Betri samtakinum, sum á aðalfundinum hjá Ognarfelag Tryggingartakaranna í gjár, kundi vísa á eitt ársúrslit, sum var góðar 200 milliónir krónur størri enn væntað. 

Ársúrslit áðrenn skatt var 322,8 milliónir krónur. Eftir skatt var tað 276,8 milliónir krónur. 

Við ársbyrjan varð annars mett, at úrslitið áðrenn skatt fór at liggja millum 80 og 120 milliónir krónur. 

Úrslitið er eisini munandi betri enn í 2020, tá felagið hevði eitt yvirskot á 146,3 milliónir krónur eftir skatt. 

Dótturfeløgini
Í ársfrágreiðingini verður víst á, at tað serliga virksemið hjá dótturfeløgunum Betri Banka og Betri Trygging, sum eru orsøkin til góða úrslitið.

- Fyrst og fremst er útlánsvirksemi hjá bankanum økt støðugt seinastu nógvu árini og hevur hetta havt tað ávirkan, at hóast rentustøði hevur verið fallandi, so hava inntøkurnar verið vaksandi. Harnæst hevur skaðagongdin verið til fyrimunar hjá tryggingarfelagnum farna árið og soleiðis hevur úrslitið hjá felagnum verið metgott, verður staðfest í árasfrágreiðingini. 

Samtykt bleiv eisini á aðalfundinum, at rinda 40 milliónir krónur í vinningsbýti til tryggingartakararnar hjá Betri Trygging.

Poula inn fyri Lars Løkke
Ein broyting bleiv eisini gjørd í nevndini í gjár. Poula Michelsen bleiv vald í nevndina og kemur í sessin hjá fyrrverandi danska forsætisráðharranum Lars Løkke Rasmussen. 

Nevndin í Ognarfelag Tryggingartakaranna er nú Aslaug Gisladóttir, Gunn Danielsen, Ragnari Joensen, Poula Michelsen, Petur Eliasi Nielsen og Mortani Simonsen.

Aslaug Gisladóttir og Gunn Danielsen halda fram sum ávikavist forkvinna og næstforkvinna í nevndini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. mai
Upp á tá - 300525
192624
Fríggjadag 30. mai
Vikuskiftið 30. mei 2025
192617
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. mai
Veðrið
192615
Hósdag 29. mai
Andakt við Pól Johannesen
192558
Hósdag 29. mai
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
192552
Mikudag 28. mai
Ein dagur í Nuuk - teknmálstulkað
192506
Mikudag 28. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192491