Russland skrúvað fyri krananum til Póllands og Bulgaria

Russland skrúvað fyri krananum til Póllands og Bulgaria
Londini fáa einki gass, tí tey vilja ikki gjalda í rublum, sum Russland krevur
Hóast Russland hevur skrúvað fyri gassveitingini til Póllands, siga myndugleikarnir, at eingin vandi er á ferð, tí Pólland fær gass frá øðrum veitarum.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
27.04.2022 - 08:32

Russland stongir í dag fyri gassi til Póllands og Bulgaria. 

Tað boðaðu polska gassfelagið, PGNiG, og bulgarska, Bulgargaz, frá í gjár.

26. apríl kunnaði Gazprom PGNiG um ætlanirnar um at skrúva fyri gassveitingini 27. apríl, sigur pólska felagið.

Orsøkin er, at pólska felagið vil ikki rinda fyri gassið í russiskum rublum, sum Russland krevur. 

Pólska felagið sigur, at Russland við kravinum, um at rindast skal við rublum, brýtur sáttmálan millum partarnar.

Hetta er eisini sama orsøk fyri, at gassveitingin til Bulgaria steðgar, upplýsti bulgarska orkumálaráðið í gjár.

 

Hava fyrireikað seg

Pólski varauttanríkisráðharrin, Marcin Przydacz, sigur, at Pólland hevur fyrireikað seg til hesa støðuna. 

- Eg eri rættiliga vísur í, at vit fara at klára hesa støðuna, sigur Marcin Przydacz við BBC í morgun.

Pólland arbeiddi longu við ætlanini um at gevast við at keypa gass úr Russlandi 1. januar næsta ár, tá ið sáttmálin við Gazprom fer úr gildi.

PGNiG sigur, at gassgoymslurnar eru 80 prosent fullar. Summarið nærkast, og tá minkar eftirspurningurin.

Pólland hevur eisin aðrar veitarar,  eitt nú ein terminal við flótandi natúrgassi, LNG, í Swinoujscie.

1. mai verður nýggja gassleiðingin millum Pólland og Litava tikin í nýtslu.

Nýggj rørleiðing við gassi úr Noregi, nevnd Baltic Pipe, verður tikin í nýtslu í oktober. Um ársskiftið koyrir hon vil fullari ferð, og gassið úr Noregi kann koma í staðin fyri russisku veitingina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425