Nýggjur íblástur til boksararnar

Nýggjur íblástur til boksararnar
Føroyskir boksarar fingu um vikuskiftið vitjan av og harða venjing frá trimum donskum boksivenjarum. Legan er fyrireiking til donsku meistaraheitini fyri byrjarar í næstum
02.05.2022 - 14:05

Føroyskir boksarar vandu hart um vikuskiftið.

Tríggir venjarar úr Danmark - Lars Gierringe, Stuart Watson og Morten Meng, vórðu komnir á vitjan, og stóðu á odda fyri venjingarlegu, har teir løgdu teimum føroysku nevaleikarunum lag á.

Tórshavn Boksing skipaði fyri venjingarleguni, sum er liður í fyrireikingunum til DM fyri byrjarar, sum verður næsta vikuskiftið.

Har skulu fýra boksarar úr Føroyum kappast. Teir eru Jonathan Fonsdal Malaikev, David Kunoy, Teitur Annand og Magni Vang. 

Jonathan Fonsdal Malaikev, sum higartil hevur boksað seks dystir,  sigur, at íblásturin frá útlendsku venjarunum kemur væl við.

 - Vit hava havt ein boksiklubb í fimm ár, og nú er Klaksvík komið afturat. So vit hava boksað nógv ímóti teimum somu, so tá nýggir venjarar og boksarar koma á vitjan, lyftir tað okkum á eitt hægri stig, sigur boksarin úr Tórshavn Boksing.


Jonathan Maleikev saman við navnframa venjaranum, Morten Meng
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938