Størri ferðsla í Vágatunlinum, men minni í hinum tunlunum

Størri ferðsla í Vágatunlinum, men minni í hinum tunlunum
Ferðslan í Eysturoyartunlinum minkaði úr 5009 akfør í miðal í mars niður 4.800 í apríl
Í apríl koyrdu í miðal 2.726 bilar í Vágatunlinum um dagin.
 
04.05.2022 - 11:05

Fleiri bilar koyrdu í Vágatunlinum í apríl enn í mars, men í hinum undirsjóvartunlunum minkaði ferðslan.

Í apríl koyrdu í miðal 2.726 bilar í Vágatunlinum um dagin. Tað eru 262 fleiri akfør enn í mars, tá ið tað koyrdu 2.464 bilar í miðal um dagin.

Ferðslan í Eysturoyartunlinum minkaði úr 5009 akfør í miðal í mars niður í  4.800 í apríl.

Í Norðoyatunlinum koyrdu í miðal 3.824 akfør gjøgnum tunnilin um dagin í apríl. Tað eru 296 færri akfør enn í mars, tá ið miðalferðslan var 4.120 akfør.

Samanborið við í apríl í fjør er hevur tó verið meiri ferðsla í øllum trimum undirsjóvartunlinum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Fríggjadag 31. juli
Vikuskiftið 31 juli 2026
211450
Fríggjadag 31. juli
Tað er einaferð um árið - 2026
211431
Fríggjadag 31. juli
Ólavsøkuaftan í útvarpinum
211430
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375