Fyrrverandi forsætisráðharrin sleppur ikki av landinum

Fyrrverandi forsætisráðharrin sleppur ikki av landinum
Nógv mótmæli eru í Sri Lanka, og undantaksstøða er lýst í landinum
Mahinda Rajapaksa legði fyrr í vikuni frá sær sum forseti í Sri Lanka. Nú sleppur hann ikki av landinum.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
12.05.2022 - 14:41

Fyrrverandi forsætisráðharri í Sri Lanka, Mahinda Rajapaksa, sonur hansara og 15 onnur, hava fingið bann fyri at fara av landinum. 

Tað kunngjørdi ein dómstólur í landinum í dag.

Orsøkin til dómsúrskurðin eru nógvu mótmælini í landinum, sum byrjaðu mánadagin.

Orsøkin til mótmælini er stóra búskaparliga kreppan í landinum, sum hevur vart í fleiri áratíggju.

 

Hevur lagt frá sær

Forsætisráðharrin, Mahinda Rajapaksa, legði frá sær mánadagin eftir nógvu mótmælini, og myndugleikarnir hava samstundis lýst undantaksstøðu og útgonguforboð. Mótmælisfólkini krevja eisini, at forsetin, sum er bróðir Rajapaksa, leggur frá sær.

Harðir samanbrestir hava verið millum løgreglu og mótmælisfólk.

í gjár vóru 85.000 løgreglufólk send út á gøturnar at verja myndugleikar, og við boðum um at skjóta við skørpum eftir mótmælisfólkunum.

Síðani mánadagin hava níggju fólk ligið eftirá, og ófriðurin hevur elvt til stórar oyðileggingar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655