Krígsherjaða Ukraina vann Eurovisjón-sangkappingina

Krígsherjaða Ukraina vann Eurovisjón-sangkappingina
Ikki óvæntað, so gjørdist tað Ukraina, ið vann Eurovisjón-sangkappingin í Torino í ár. Tað vóru sjónvarpshyggjararnir, ið tryggjaðu krígsherjaða landinum sigurin
Ukrainski-bólkurin Kalush Orchestra vann Eurovisjón-sangkappingina við sanginum "Stefania"
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
15.05.2022 - 00:12

Sangurin "Stefania" var fínur og hevði eina serliga eysturevropiska-sjarmu, og tað hevði ukrainski-bólkurin Kalush Orchestra sanniliga eisini. Sagt var um limirnar í bólkinum, at teir skuldu aftur á hermótið í heimlandinum, tá sangkappingin var liðug. 

Og tað var kanska mest av øllum syrgiliga støðan í Ukraina, ið gjørdi, at landið í kvøld vann Eurovisjón-sangkappingina. Í øllum førum, so vóru tað sjónvarpshyggjararnir kring Evropa, ið tryggjaðu Ukraina sigurin, tí tá dómsnevndirnar í luttakandi londunum høvdu latið sínar atkvøður, lá Stórabretland á odda. 

Sterki sangurin "Spaceman" hjá TikTok-fyribrigdinum Sam Ryder fekk 283 atkvøður frá dómsnevndunum, og beint í hølinum á honum komu svenska popp-perlan "Hold Me Closer" hjá Cornelia Jakobs við 258 atkvøðum, og eggjandi og eksplosivi latino-poppsangurin "SloMo" hjá kubansku Chanel, ið umboðaði Spania. Hann fekk 231 atkvøður frá dómsnevndunum. 

Ukraina fekk 192 atkvøður frá dómsnevndunum, men fekk heili 439 atkvøður frá evropisku sjónvarpshyggjarunum, og tað kláraðu hinir sangirnir ikki at innheinta.

Endin var, at Ukraina vann, Stórabretland bleiv nummar tvey, Spania nummar trý og Svøríki nummar fýra. 

Hetta er triðju ferð, at Ukraina vinnur Eurovisjón-songkappingina. Landið vann eisini í 2004 og 2016. 

Sí eina útgreining av úrslitinum HER.

Um tú vilt síggja alla finaluna, sum sæst hon her:

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Mikudag 16. september
Mono - Gissur Patursson - 160926 - 2. sending
213360
Mikudag 16. september
Skratsj 16. septembur 2026
213358
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221