Treyt fyri kornútflutningi er, at revsitiltøk verða strikað

Treyt fyri kornútflutningi er, at revsitiltøk verða strikað
Russiski varauttanríkisráðharrin krevur eina loysn á revsitiltøkunum móti Russlandi, um korn úr Ukraina aftur kann flytast út
Andrej Rudenko, varauttanríkisráðharri í Russlandi
 
20.05.2022 - 09:38

Russland krevur, at nøkur av revsitiltøkunum verða strikað, afturfyri at kornúflutningurin úr ukrainskum havnum skal byrja aftur, sum ST-aðalskrivarin, Antonio Guterres, hevur biðið um. Tað skrivar NTB.

- Um londini vilja finna eina loysn á kornútflutningininum, má ein loysn finnast á revsitiltøkunum móti Russlandi, sigur russiski varauttanríkisráðharrin, Andrej Rudenko.

Altjóða samfelagið, ST íroknað, hevur í fleiri vikur kravt, at Russland letur upp fyri stongslinum av ukrainskum havnum og loyvir, at korn úr Ukraina kann flytast út, nú matur trýstur nógvastaðni í heiminum.

 

28 prosent av øllum hveiti

Russland og Ukraina útflyta sera nógv hveiti og korn. Í fjør útfluttu bæði londini tilsamans 28 prosent av øllum hveiti í heiminum. Millum annað lond í Miðeystri og Norðurafrika eru bundin av at innflyta hveiti úr Ukraina.

Guterres sigur, at hann hevur roynt við nógvum samrøðum við Russland, Ukraina, Turkaland, USA og ES fyri at finna eina loysn. 

Rudenko sigur, at tað eru fleiri aðrar orsøkir til matvørukreppuna og høgu prísirnar í heiminum, millum annað revsitiltøkini, sum USA og ES hava sett móti Russlandi. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373