Evropeiskur mentanarhøvuðsstaður í 2030

Evropeiskur mentanarhøvuðsstaður í 2030
Tórshavnar kommuna skal stremba eftir at gerast evropeiskur mentanarhøvuðsstaður í 2030
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
26.05.2022 - 11:37

Tað stendur í nýggja ferðavinnupolitikkinum, sum býráðið í Havn samtykti í gjárkvøldið.

Ferðavinnupolitikkurin er fyri árini 2022 til 2026.

Ferðavinnupolitikkurin hevur heitið, “Fólk og ferðavinna lið um lið”, og fevnir um tilsamans 26 átøk, sum mælt verður til at fremja komandi árini. 

Kjarnin í politikkinum er, at tað fyrst og fremst skal vera gott at búgva í Tórshavnar kommunu, og at kommunan altíð skal stremba eftir, at staðbundni trivnaðurin og ferðavinnan ganga hond í hond.

Tey 26 átøkini eru býtt í tríggjar høvuðspartar.

Fyrsti parturin eru átøk, sum miða eftir at skapa javnvág millum búgvandi og vitjandi. 

Annar partur er at skapa góðar karmar um eitt kveikjandi mentanarlív, sum bæði gagnar borgarunum og dregur ferðandi at sær.

Í triðja parti eru átøk, sum skulu gera høvuðsstaðin til eitt grønari ferðamál. 

Ætlanin er millum annað at fáa fleiri vinnuferðandi og altjóða ítróttartiltøk hendanvegin, tí hesir ferðavinnubólkar kasta lutfalsliga nógv av sær.

Og so stendur eisini í ferðavinnupolitikkinum, at Tórshavnar kommuna skal stremba eftir at gerast evropeiskur mentanarhøvuðsstaður í 2030. 
 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Leygardag 19. september
Upp á tá - 180926
213505
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303