Russland til reiðar at finna eina loysn á útflutningi av korni

bannari
Russland til reiðar at finna eina loysn á útflutningi av korni
Russland er til reiðar at finna eina loysn á, hvussu útflutningurin av korni úr Ukraina kann halda fram.
Myndina eigur Ritzau
 
29.05.2022 - 14:33

Tað sigur russiski forsetin Vladimir Putin sambært danska blaðnum Jyllands-Posten.

Russland og Ukraina framleiða tilsamans nærum ein triðing av allari heimsnýtsluni av hveiti, og kríggið í Ukraina hevur gjørt, at prísirnir á hveiti eru farnir nógv upp, millum annað tí tað er vorðið nógv truplari at útflyta hveiti úr havnunum við Svartahavið.

Fráboðanin hjá Vladimir Putin kom stutt eftir, at hann hevði havt ein 80 minuttir langan telefonfund við franska forsetan Emmanuel Macron og týska samveldiskanslaran Olaf Scholz.

Men Putin setir eisini krøv. Russland er heimsins størsti útflytari av tøðum, og um Russland skal útflyta meira tøð og landbúnaðarmaskinur, skulu ávís revsitiltøk, sum nú eru í gildi móti Russlandi, antin linkast ella takast burtur.

Bæði Ukraina og vestanlond hava ákært Russland fyri at gera hungur í heiminum til eitt vápn í krígnum í Ukraina. Russland sigur hinvegin, at matvørutrotið kring heimin serliga kemur av revsitiltøkunum hjá Vesturheiminum og minum í ukrainskum havnum.

Á telefonfundinum heittu bæði Macron og Scholz á Putin um at taka samráðingarnar við Ukraina upp aftur. Putin sigur seg vera til reiðar at samráðast, men at Ukraina hevur skyldina av, at dialogurin landanna millum er hildin uppat.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. januar
Morgunlestur týsdagur 13.januar 2026
202442
Mánadag 12. januar
Slutur fyri ein slatur í januar
202522
Mánadag 12. januar
Morgunlestur mánadagur 12.januar 2026
202440
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571
Mánadag 12. januar
Veðrið
202554
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498
Sunnudag 11. januar
Andaktin við Ólavi Davidsen
202497