Landið og kommunur hava fingið meira í skatti

Landið og kommunur hava fingið meira í skatti
Fyrstu fimm mánaðirnar í ár eru skattainntøkurnar hjá landskassanum vaksnar 6,5 prosent og hjá kommununum fimm prosent
Landskassin fekk fyrstu fimm mánaðirnar 48 mió. kr. meira í skatti enn somu tíð í fjør.
 
10.06.2022 - 08:21

Fleiri pengar komu í almennu kassarnar fyrstu fimm mánaðirnar í ár enn í fjør.

Landskassin fekk góðar 48 milliónir krónur meira í skatti og kommunurnar góðar 43 milliónir.

Hjá landskassanum er inntøkuvøksturin 6,5 prosent í landsskatti, meðan inntøkurnar frá kommunuskatti eru vaksnar fimm prosent.

 

Størsti vøksturin í Havn

Størsti vøksturin í krónutali hevur Tórshavnar kommuna, sum hevur fingið 16,2 milliónir meira  í skatti.

Síðani koma Runavíkar kommuna við 3,4 milliónum, Klaksvíkar kommuna við 2,5 milliónum og Eysturkommuna við 2,2 milliónum kr. 

Í prosentum kann Húsavíkar kommuna vísa á størsta vøksturin við 24 prosentum. Síðani koma Viðareiðis kommuna við 14,9 prosentum, Hvalbiar kommuna við 13,8 prosentum og Eiðis kommuna við 13,2 prosentum.

Hjá Fugloyar, Skopunar og Fámjins kommunum minkaðu skattainntøkurnar fyrstu fimm mánaðirnar í ár samanborið við í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334