Elinborg vann Small Nations

Elinborg vann Small Nations
Elinborg Kunoy Dávádóttir vann kadettbólkin í smálandakappingini í taekwondo, sum hevur verið í San Marino um vikuskiftið
Hwarang Føroyar
Elinborg Kunoy Dávadóttir og venjarin, Mathias Gabrielsen, eftir sigurin
20.06.2022 - 14:29

Tey høvdu góðar vónir til hennara. 

Og tað var ikki uttan grund. Elinborg Kunoy Dávadóttir vann Small Nations-kappingina í taekwondo, sum hevur verið í San Marino um vikuskiftið.

Í finaluni vann hon á einum íðkara úr Kýpros. Elinborg Kunoy Dávadóttir vann báðar rundurnar og harvið dystin, 2-0. Hon hevur av tí sama kempað seg til EM.

Hinir føroysku íðkararnir taptu allir sín fyrsta dyst. Høgni Kunoy Dávason, sum nú er seniorur, tapti ein javnan dyst ímóti Montenegro. Hann taptu fyrstu rundu, vann síðan aðru rundu 11-12 og tapti síðan avgerandi runduna við einum stigi, 9-10.

Dávid á Lakjuni og Jónas Nielsen taptu báðir 2-0. 

Sí aðru rundu av finaluni í innslagnum omanfyri

 
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595