Ymiskt hvussu kommunalt samstarv roynist

Ymiskt hvussu kommunalt samstarv roynist
Tað er ymiskt, hvussu stórar íløgur kommunurnar hava gjørt í eldraøkið, og tí er eisini stórur munur á, hvussu væl tað loysir seg
Ymkt er hvussu royndirnar hjá kommununum er at royna tvørkommunalt samstarv um tænastur.
 
12.11.2012 - 13:35
Tað er ógvuliga ymiskt, hvussu stórar íløgur kommunurnar hava gjørt í eldraøkið, og tí er eisini stórur munur á, hvussu væl tað loysir seg hjá kommununum at samstarva við aðrar kommunur.
 
Kommunurnar í Vágum, Norðstreymoy og Sundalagnum hava gjørt eina útrokning, sum millum annað vísir, at Sørvágs kommuna og Vága kommuna skulu gjalda ávikavist 6 og 12 miljónir krónur til hinar kommunurnar, um núverandi samstarv skal halda fram, eftir at eldraøkið er lagt út.
 
Borgarstjórin í Vága kommuna heldur tað vera skilaleyst at leggja eldraøkið út til kommunurnar, uttan at kommunurnar verða lagdar saman í størri eindir fyrst. 
 
Skulu samstarva um eitt ár
Sambært samgonguskjalinum skal eldraøkið leggjast út til kommunurnar at umsita 1. januar 2014. Kommunurnar vita enn ikki, hvussu og við hvønn tær skulu samstarva um eldraøkið, og hvussu økið skal fíggjast.
 
Kommunurnar í Vága, Sørvágs, Kvívíkar, Vestmanna, Sunda og Eiðis kommunum, sum í dag hava eldri borgarar búgvandi á stovnum hjá hvørjum øðrum, hava nú latið eina grannskoðarafyritøku gera eina grening. 
 
Greiningin er av, hvussu stórar íløgur kommunurnar hava gjørt á eldraøkinum, og hvussu nógv tær skulu gjalda sínámillum, um tær skulu vera eitt felags samstarvsøki frá 2014.
 
Gjalda fyri samstarv
Sambært lýsingini eru tað serliga Vága, Sørvágs og Kvívíkar kommunur, sum skulu gjalda hinum kommununum í økinum endurgjald. Vága kommuna skal gjalda góðar tólv miljónir, og Sørvágs kommuna slakar sjey miljónir. 
 
Tær kommunurnar, sum hava gjørt størstar íløgur á eldraøkinum, eru Vestmanna og Sunda kommunur. Tær skulu hava ávikavist 13 og 9,5 miljónir frá hinum kommunum afturfyri at tær fáa lut í teimum útbyggingum, sum gjørdar eru. 
 
Útrokningin vísir, at Vestmanna kommuna hevur gjørt íløgur fyri 18.000 pr íbúgva á eldraøkinum, Sunda kommuna fyri 13.000 kr, Eiðis kommuna fyri 8.000 kr, Sørvágs kommuna fyri 1300 kr, Vága kommuna fyri 1000 krónur, og Kvívíkar kommuna fyri 137 kr pr íbúgva. 
 
Tað verður ikki nakar fyrimunur fyri kommunurnar í Vágum at vera í kommunalum samstarvi við hinar kommunurnar í økinum, sigur bygdarráðsformaðurin í Vága kommunu, Albert Ellefsen.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. februar
Jambalaja - 140226
204234
Leygardag 14. februar
Upp á tá - 130226
204232
Leygardag 14. februar
Vikugesturin: Tann kensluborni trubadururin
204228
Leygardag 14. februar
Vikan 14. februar 2026
204225
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 14. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204223
Fríggjadag 13. februar
Veðrið
204205
Fríggjadag 13. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204178
Hósdag 12. februar
Hoydalar: Eyðun Nolsøe
204061
Hósdag 12. februar
Anna Lovisa: Hvitar flykrur
204114