Skottilburður í Fields: 22 ára gamal varðshaldsfongslaður

Skottilburður í Fields: 22 ára gamal varðshaldsfongslaður
Grundlógaravhoyringin av 22 ára gamli manninum, sum drap trý fólk í Fields seinnapartin sunnudagin, er av. Dómarin hevur gjørt av, at maðurin skal varðhaldsfongslast.
Fólk flýddu út úr handilsmiðstøðini, eftir at ein maður skeyt frá hond seinnapartin sunnudagin.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
04.07.2022 - 14:44

22 ára gamli maðurin, ið er skuldsettur fyri at hava dripið trý fólk og roynt at drepa sjey onnur í Fields í gjár, er varðhaldsfongslaður til 28. juli.

Tað avgjørdi ein dómari í býarrættinum í Keypmannahavn fyri lítlari løtu síðani, tá ið grundlógaravhoyringin var liðug.

Maðurin skal eisini flytast til eina afturlatna, psykiatriska deild, so skjótt pláss er fyri honum, skrivar DR.

Hann er skuldsettur fyri at dripið ein 47-ára gamlan mann, eina 17-ára gamla gentu og ein 17-ára gamlan drong.

Harumframt er maðurin eisini skuldsettur fyri at hava roynt at drepa sjey onnur fólk í keypsmiðstøðini í gjár umleið klokkan 17:30.

Sjálv grundlógaravhoyringin var fyri afturlatnum hurðum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. apríl
FM: Badminton, borðtennis og judo
206916
Fríggjadag 10. apríl
Veðrið
206891
Fríggjadag 10. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7)
206865
Fríggjadag 10. apríl
Guðrið Hansdóttir í løtuni á Velbastað
206877
Fríggjadag 10. apríl
Tíðinafundur - teknmálstulkað
206873