VIDEO: Jónas sett nýggj føroysk met

VIDEO: Jónas sett nýggj føroysk met
Jónas Isaksen, sum er við í U18-EM hevur upp á ein dag sett tvey føroysk met í frælsum ítrótti. Fyrra metið setti hann í 400 metra renning og ta seinna í longdarlopið.
04.07.2022 - 18:58

Jónas Isaksen, sum í løtuni kappast um evropameistaraheitini fyri ung undir 18 ár, hevur sett tvey føroysk met upp á ein dag.

Fyrra metið setti hann í 400 metra renning við tíðini 49,19 sekund. Gamla metið átti Tórur Mortensen, og tað var 49,41 frá 2020.

Seinna metið setti hann í longdarlopi, tá hann leyp út á 7,15 metrar. Tað var nærum 23 ára gamla metið hjá Ása Mikkelsen upp á 7,10 metrar, sum fall.

Jónas Isaksen leyp seg við metlopinum í finaluna í longdarlopi, sum verður týsdagin.

Metmaðurin og Eiri Glerfoss umboða í løtuni Danmark í U18-EM, sum er í Jerusalem í Ísrael.

Sí 400 metra renningina hjá Jónasi Isaksen omanfyri

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938