von der Leyen: ES skal fyrireika seg til russiskan gass-steðg

bannari
von der Leyen: ES skal fyrireika seg til russiskan gass-steðg
Forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen, heitir á ES-londini um at gera neyðætlanir og fyrireika seg, um nú gassveitingin úr Russlandi steðgar.
 
06.07.2022 - 16:48

Russiska gassveitingin er so svikalig, at tey 27 ES-londini skulu vera til reiðar at klára seg uttan gass frá Russlandi. Tað sigur forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen.

Hon heitir samstundis á ES-londini um at gera neyðætlanir og fyrireika seg, og vera til reiðar, um gassveitingin úr Russlandi steðgar.

– Veðurlagsbrotingarnar bíða ikki, til kríggið hjá Putin er av, og hitabylgjurnar í Evropa eru ein áminning um hetta, sigur forkvinnan í ES-nevndini.

Tað er eyðsæð, at Putin heldur fram við at brúka orku sum eitt vápn, og ES má arbeiða við einari neyðætlan, segði Ursula von der Leyen við lóggávutingið hjá ES í dag.

Ein meiriluti av limunum í ES-lóggávutinginum hevur aftur góðkent gass og kjarnorku, sum burðardyggar íløgur, skrivar Reuters.

Uppskotið er sera umstrítt. Fleiri umhvørvisfelagsskapir halda, at ES skal steðga við at góðkenna lívrunnið brennievni sum til dømis gass.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659