Í dag fáa føroyingar boð um upptøku uttanlands

Í dag fáa føroyingar boð um upptøku uttanlands
Tey, sum hava søkt inn á hægri lestur í Danmark, fáa í dag at vita, um tey eru sloppin gjøgnum nálareygað
Partur av Keypmannahavnar universiteti.
 
30.07.2013 - 10:58

Hvørt einasta ár fara nógvir føroyingar av landinum í útbúgviningarørindum. Og sambært tølum hjá Altjóða Skrivstovuni fara nógv teir flestu til Danmarkar.

Trupult at sleppa inn
Men tað er ikki bara sum at siga tað at sleppa inn á dreymaútbúgvingina í Danmark.

Sambært danska blaðnum Politiken er talan í ár um metnógvar umsøkjarar á fleiri útbúgvingum. Og tað merkir, at krøvini til upptøku eru herd.

Til dømis krevst eitt miðaltal á 11,9 fyri at sleppa at lesa International Business á CBS í Keypmannahavn.

Og ætlar tú at lesa sálarfrøði á universitetinum í Keypmannahavn krevst 11,2 í miðal.

Vilt tú verða lækni og lesa medisin krevst 11,1 í miðal á universitetinum í Keypmannahavn og 10,6 í Odense.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Fríggjadag 25. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Danny & the Veetos
213778
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585