Átta valevni í fyrstu atkvøðugreiðsluni

Átta valevni í fyrstu atkvøðugreiðsluni
Fyrsta atkvøðugreiðslan í tilgongdini at finna ein nýggjan formann til Konservativa flokkin í Bretlandi og harvið eisini næsta bretska forsætisráðharran verður í dag.
Penny Mordaunt vil vera forkvinna fyri Konservativa flokkin og næsti forsætisráðharrin í Bretlandi.
Mynd: Henry Nicholls/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
13.07.2022 - 12:18

Tilgongdin at finna nýggjan formann fyri konservativa flokkinum í Bretlandi og sostatt næsta bretska forsætisráðharran, byrjar av álvara í dag, tá ið fyrsta umfar verður hildið í atkvøðugreiðsluni. 

Átta valevni luttaka í fyrstu atkvøðugreiðsluni. Hesi hava longu tryggjað sær tryggjað sær undirskriftir frá 20 tinglimum hvør. Fyri at koma víðari til næsta umfar skal eitt valevni fáa 30 atkvøður. 

Allir 358 tinglimir hjá flokkinum hava atkvøðurætt til fyrstu umførini. Men sjálvt valið er loyniligt.

Endamálið við undanumførunum er at avmarka talið av valevum til tvey. 

Tá tað er gjørt, skulu teir 160.000 limirnir í Konservativa flokkinum velja, hvør skal leiða flokkin.

Tey trý valevnini, sum verða mett at hava størstu undirtøkuna, eru fyrrverandi fíggjarmálaráðharrin, Rishi Sunak, uttanríkisráðharrin, Liz Truss, og samhandilsráðharrin, Penny Mordaunt. 

Maðurin, sum tey átta vilja avloysa, Boris Johnson, hevur higartil sýtt fyri at nevna, hvør hann heldur skal taka yvir formanssessin. 

Atkvøðugreiðslan byrjar klokkan hálvgum tvey í dag. Úrslitið verður væntandi greitt um fimm tíðina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655