Jenis av Rana skal standa til svars fyri setan av stýrisformanni

Jenis av Rana skal standa til svars fyri setan av stýrisformanni
Løgmaður hevur biðið Jenis av Rana, landsstýrismann, um frágreiðing í sambandi við setanina av nýggja formanninum fyri Kringvarpsstýrið
Jenis av Rana, landsstýrismaður, skal nú greiða løgmanni frá, hví hann ikki helt javnstøðulógina í sambandi við setanina av nýggjum formanni í Kringvarpsstýrinum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.07.2022 - 12:22

Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, skal nú greiða løgmanni, Bárði á Steig Nielsen frá, hví hann breyt javnstøðulógin í sambandi við setanina av nýggja formanninum fyri Kringvarpsstýrið.

Kravið um frágreiðingina kemur eftir, at forkvinnan í Javnstøðunevndini, Mai Laksafoss, í tíðindasendingini í gjár átalaði avgerðina hjá landstýrismanninum. 

mai_red

 

Javnstøðunevndin átalar setanina, tí at býtið millum kynini í Kringvarpsstýrinum nú fer frá at verða fýra menn og tríggjar kvinnur til at vera fimm menn og tvær kvinnur. 

Jenis av Rana segði í stuttari viðmerking í gjár, at javnstøða verður, tá ið nýggja kringvarpsstýrið tekur við 1. januar næsta ár.

Jenis_synk

Nýggi formaðurin, Símun Jóannesarson Hansen, er fyribils settur, tað sum eftir er av hesum setanarskeiðinum, sum endar á nýggjárinum.

Kringvarpsstýrið verður valt fyri fýra ár í senn.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860