Nólsoyar Páll avdúkaður fyri aðruferð í dag

Nólsoyar Páll avdúkaður fyri aðruferð í dag
Standmydin er komin aftur í Vágsbotn, men stendur nú úti í sjónum
Nólsoyar Páll hevur ligið í einum kassa í eina tíð, men standmyndin kemur nú aftur til heiður og æru í Vágsbotni
Mynd: Savnsmynd  
 
22.07.2022 - 07:09

Í dag klokkan 11.00 verður standmyndin av Nólsoyar Pálli eina ferð enn avdúkað.

Standmydin er komin aftur í Vágsbotn, men stendur nú úti í sjónum. 

Standmyndin var flutt í november í 2020, tí skoytibreyt skuldi gerast í Vágsbotni.

Hon hevur ligið í einum kassa til nú, hon er komin aftur í Vágsbotn.

 

Nýskipað Vágsbotn

Í eini royndarverkætlan hevur Tórshavnar kommuna nýskipað allan Vágsbotn.

Endamálið er at royna ymisk hugskot í verki í summar.

Í royndarverkætlanini er vegurin í Vágsbotni umskipaður í ein boga út um eitt nýtt uppihaldstorg mitt í økinum.

Sølubásar og framsýningarhjallar eru komnir.

Nærum 100 metrar av træbryggju eru gjørdir framvið fiskatorginum og suðureftir.

Jóannes Lamhauge, sum er arkitektur hjá Tórshavnar Kommunu, greiddi frá ætlanini í Góðan morgun Føroyar í vikuni. 

1539730

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672