Fyri og ímóti at brúka ALS-pengar til Suðuroyartunnilin

Fyri og ímóti at brúka ALS-pengar til Suðuroyartunnilin
Bill Justinussen í Miðflokkinum heldur hugskotið vera gott. Ruth Vang í Framsókn heldur, at váðin er ov stórur
Bill Justinussen og Ruth Vang eru ikki á einum máli, um ALS-grunnurin skal hjálpa til at fíggja Suðuroyartunnilin.
 
26.07.2022 - 17:30

Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin og limur í fíggjarnevndini, bjóðar hugskotinum vælkomnum um at nýta ALS-kassan at fíggja ein part av Suðuroyartunnlinum, sum búskaparfrøðingurin, Mourits Joensen, skeyt upp sum møguleika á borgarafundi í Hovi leygardagin:

 

 

Ruth Vang, forkvinna í Framsókn, sum eisini er í fíggjarnevndini, heldur hinvegin, at tað er ov stórur váði brúka pening úr grunnum, sum eru ætlaðir til annað, til alment virksemi:

 

 

Bill Justinussen heldur tað vera eina eina vinn-vinn støðu, um arbeiðsloysisgrunnurin setur pengar í Suðuroyartunnilin, tí arbeiðsloysisstuðul verður sum er serliga veittur fólki, sum búgva í Suðuroynni:

 


Eyðfinnur Jacobsen, formaður í ALS-stýrinum, vil ikki gera bandaða samrøðu, men sigur í viðmerking, at tað í ástøðinum ber til at fíggja ein part av einum Suðuroyartunnli úr ALS-grunninum, men tað skal gerast eftir røttum fortreytum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101