Útlendingar kunnu nú verða limir í MFS

Útlendingar kunnu nú verða limir í MFS
Útlendingar, sum lesa í Føroyum, sleppa nú eisini at vera limir í Meginfelag Føroyskra Studenta
Nýggja MFS-ráðið.
 
01.08.2013 - 09:51

Hetta varð einmælt samtykt, tá MFS herfyri hevði aðalfund.

Grundgevingin var, at tað er ein náttúrlig uppgáva hjá MFS at stuðla øllum lesandi í Føroyum.

Aðalfundurin heitt eisini á ráðið at arbeiða fyri, at studningurin til føroysk lasandi hækkar, verður prístalsviðgjørdur, og at ein fær studning 12 mánaðir heldur enn 11.

Harumframt vil aðalfundurin, at MFS skal arbeiða fyri, at ÚSUN ikki verður umlagt til lán, eins og rentan á lestrarlánum skal lækkast.

At enda heitti aðalfundurin á ráðið at skipa fyri eini árligari kanning av liviumstøðunum hjá lesandi í Føroyum.

Nýtt ráð
Á aðalfundinum var eisini nýtt ráð valt. Fýra teirra, sum vóru við í gamla ráðnum, stillaðu ikki upp aftur. Hesi vóru Teitur Vágadal, Martin Mohr Olsen, Hallur av Rana og Maria Ziskason Nesá.

Tíggju fólk vórðu vald í nýggja MFS-ráðið, fimm teirra nývald. Tey nývaldu eru Eirikur Sanderson, Guðrið Poulsen, Heidi á Lakjuni, Lív Egilsdóttir Olsen og Oda Strøm.

Ráðið hevur annars skipað seg við Regini Berg sum formanni, Birita í Dali sum næstforkvinnu, Marin Helena Hentze sum kassameistara og Odu Strøm sum skrivari.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 20. august
Morgunlestur mikudagur 20. august 2025
195627
Týsdag 19. august
Morgunlestur týsdagur 19. august 2025
195626
Mánadag 18. august
Poppverturin
194202
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 19. august
Veðrið
195771
Týsdag 19. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
195740
Mánadag 18. august
3-2 (18. august 2025)
195726
Mánadag 18. august
Veðrið
195712
Fríggjadag 15. august
$elfie
195650