Strandfaraskipini skulu hava 28,5 mió. kr. aftrat til olju

Strandfaraskipini skulu hava 28,5 mió. kr. aftrat til olju
Biðið verður eisini um eykajáttan til Herjólf III, sum fer at sigla 42 túrar um vikuna fyri Smyril
Strandfaraskip landsins rinda í ár í miðal 7,44 kr. fyri hvønn litur av olju.
 
04.08.2022 - 08:31

Roknað er við, at oljan, sum skipini hjá landinum brúka, fer at kosta 8,10 kr. fyri liturin í miðal tað, sum eftir er av árinum.

Tað sæst í uppskotinum um eykajáttanarlóg, sum er í tinginum.

Biðið er um 28,5 mió. kr. til Strandfaraskip landsins, 2,3 milliónir til Vørn og 1,8 milliónir til Havstovuna. 

Strandfaraskip landsins rinda í ár í miðal 7,44 kr. fyri oljuliturin.

Í fjør rindaðu Strandfaraskip landsins 2,65 kr. í miðal fyri liturin. 

 

Ferðaætlanin hjá Herjólfi III verður kunngjørd í morgin. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Eykajáttan til Herjólf

Strandfaraskip landsins skulu eisini hava eykajáttan til Herjólf III, 3,2 mió. kr., til olju og manning.

Herjólfur III brúkar 1.200 litrar av olju um tíman. 

Ætlanin er, at Herjólfur siglir 42 túrar um vikuna, tá hann skal sigla fyri Smyril. Hetta eru seks túrar fleiri enn upprunaliga ætlað.

Siglt verður við farmi um náttina, so Herjólfur III skal sigla alt samdøgrið.

Ferðaætlanin hjá Herjólfi III verður kunngjørd í morgin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053